140x140

Hvat siga merkini?

Ein ørgrynna av ymiskum merkjum eru á vørum.  Sama vøra kann vera merkt við meira enn fimm merkjum. Hóast endamálið við at merkja vørur er at veita brúkaranum betri kunning um vøruna, kunnu nógvu merkini ørkymla heldur enn vegleiða. Her vísa vit nøkur av týdningarmestu merkjunum, sum eru góð at kenna, um tú ynskir at keypa vørur, sum ikki skaða heilsu og umhvørvi.  

 

Svanurin og Blóman 

Bæði merkini siga frá, at vøran umhvørvisliga er millum tær bestu á marknaðinum. Svanurin er eitt norðurlendskt umhvørvismerki, sum er undir almennum eftirliti, meðan Blóman er eitt ES umhvørvismerki, sum hevur verið til síðan 1992.
Svanurin og Blóman eru sjálvbodnar skipanir fyri framleiðarar. Tí kunnu vørur vera, sum ikki eru Svana- ella Blómumerktar, men sum eru umhvørvisvinarligar og liva upp til somu krøv, sum umhvørvismerktu vørurnar. 

 

CE-merkið

Um ein vøra er CE merkt, er tað eitt garanti frá framleiðaranum um, at vøran livir upp til generel trygdarkrøv í ES fyriskipan, sum er galdandi fyri CE merking í júst tí vøruni. CE merki skal eitt nú setast á allar leikuvørur, ið eru ætlaðar børnum í aldrinum 0-14 ár. Er CE merki á eini leiku, borgar tað fyri, at leikan livir upp til felags ES krøv um heilsu, trygd og umhvørvi. Krøvini eru eins í øllum ES londum. Í Danmark hava Miljøstyrelsen og Sikkerhedsstyrelsen eftirlit við, at reglur fyri CE merking verða hildnar.

 

Vandamerki 

HeilsuvandiRópiteknið sigur frá, at vøran kann seta teg í heilsuvanda. T.d. eru kemikalii, ið kunnu ørkymla húð og eygu, geva ovurviðkvæmi, skaða andaleiðina, elva til dølskni ella geva ørilsi, merkt við Rópitekni. Eitt nú WC-reinsievni og nøkur sløg av lími.

Rópiteknið fer so við og við at koma í staðin fyri Andrassarkrossin, sum áður varð brúktur sum vandamerki á vørum, sum vóru vandamiklar fyri heilsuna


Etjingarteknið sigur frá, at vøran kann geva etjingarskaðar við nýtslu. T.d. eru kemikalii, ið kunnu etja húðina, geva álvarsligar eygnaskaðar ella kunnu tæra metal, merktar við vandamerkinum fyri etjing. Merki er eitt nú at finna á nøkrum maskinuppvaskievnum, edikssýru og á evnum til at reinsa frárensl.

 

Umhvørvisskaðiligt Hetta vandamerki sigur frá, vøran inniheldur evni, sum eru eitrandi fyri verur, ið liva í vatni (og á sjónum), og sum kunnu geva langtíðarárin í vøtnum og á sjónum. 

 

Elektrisk og elektroniskt burturkast  


Um hetta merki er á einum luti, skal luturin ikki beinast burtur sum vanligt húsarhaldsburturkast, men sum elektriskt og elektroniskt burturkast.    

 

Rotvardur viður - NTR merki

Spyr eftir NRT merkinum næstu ferð tú keypir rotvardan, impregneraðan, við. NRT merkið borgar fyri, at viðurin er rotvardur við evnum, sum eru góðkend av Miljøstyrelsen (DK), og at rotverjan fylgir evropeiskum standardum. NRT merktur viður inniheldur ikki krom og arsen, sum áður vórðu brúkt sum rotverjuevni.

 

NTR er stytting fyri Nordisk Træbeskyttelsesråd.

 

 Øko-tex klædnamerkið 

Øko-Tex merkið er ein privat klædnamerki, har heilsan hjá brúkaranum er í miðdeplinum.
Øko-Tex 100 tryggjar, at merktu klæðini ikki lata heilsuskaðilig kemikalii frá sær.
Klæðir, ið eru merkt við Øko-Tex 100, geva vissu fyri, at tey lidnu klæðini ikki innihalda kemikalii sum t.d. formaldehyd og tungmetal í heilsuskaðiligum nøgdum.
Um klæðini eru merkt við Øko-Tex 1000, so er atlit harafturat tikið til umhvørvið og framleiðslustað.

Eru klæðini merkt við Øko-Tex 100+, so lúka tey bæði 100- og 1000-treytirnar.

  

E15 og P25B

Um ein spónpláta er merkt við antin E15 og/ella P25, merkir tað, at hon er góðkend til bygging, húsbúnað og innbúgv, umframt at hon hevur eitt sera lágt formalin innihald.

 

Fingurtekstímyndin

- er á fríðkanarvørum, har innpakkingin er ov lítil til at vørulýsing fær verið á. Ímyndin sigur, at vørulýsingin er hjáløgd ella kann fáast á einum stakum seðli.

 

MAL-kotan

- sigur frá, hvussu tú kanst verja teg ímóti heilsuvandum, sum kunnu vera við at arbeiða við máling og øðrum líknandi vørum. MAL kotan skal standa á vøruni. Kotan varð gjørd fyri at bøta um arbeiðsumhvørvið hjá málarum, men hon er eisini ein góð vegleiðing hjá øllum, sum fáast við at mála sjálvi.

MAL kotan er tvey tøl við eini bindistriku ímillum. Tess hægri tal, tess størri vandi. Talið framman fyri bindistrikuna tilskilar, hvørji trygdartiltøk tú í minsta lagi skal seta í verk fyri ikki at anda inn evni, sum fordampa úr vøruni. Stigin gongur frá 00 til 5. Til vanliga innandura privata nýtslu er ikki ráðiligt at brúka vørur við MAL-kotu yvir 2. Talið eftir bindistrikuna tilskilar, hvørji trygdartiltøk tú í minsta lagi skal seta í verk fyri at forða fyri heilsuvandum, sum vøran kann elva til, um hon kemur á húðina, í eyguni ella ein fær hana niður í seg. Stigin gongur frá 1 til 6. Vørur við MAL-kotu hægri enn 3 eru til yrkisliga nýtslu og verða fráráddar privatum at nýta.

 

Les hvat onnur skriva

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Hvat siga merkini?